Visit Tórshavn: Annað árið á rað bjóða handlar, matstovur, kaffihús og gistingarhús góð tilboð og upplivingar í høvuðsstaðnum. Í ár verður eisini møguleiki at hoyra livandi tónleik á óvæntaðum støðum kring allan býin.
„ Ein túrur til høvuðsstaðin kann vera so nógv. Við Heysthugni í Havn royna vit at skapa eitt vikuskifti, sum hevur okkurt at bjóða bæði teimum, ið koma til Havnar at keypa, og teimum, ið bara vilja njóta býin,“ sigur Siri Súsonnudóttir Hansen, varastjóri í Visit Tórshavn.
Eitt gott høvi at finna jólagávurnar
Handlarnir hava jólaumbýtingarmerki og góð tilboð, so Heysthugni í Havn er eisini eitt gott høvi at byrja jólagávukeypið í góðari tíð, áðrenn jólaresið byrjar.
„Tað skal vera hugnaligt at orðna jólagávunar, har tú kanst steðga á í einum kaffihúsi og kanska enda dagin við góðum mati. Tað ber eisini til at gista í býnum og gera eitt heilt vikuskifti burturúr,“ sigur Siri.
Tónleikur, har tú minst væntar tað
Nýggja tiltakið Eitt lag á hvørjum stað verður leygardagin 31. oktober. Her verður ikki talan um eina vanliga konsert. Í staðin fara Jónas Gaard, Guðrið Hansdóttir og Die Færøsche Polkaband at vitja ymiskar handlar og kaffihús í Havn og spæla eitt lag á hvørjum staði, áðrenn leiðin gongur víðari.
Hvar og nær tónleikararnir trína fram, verður ikki avdúkað frammanundan.
„Tað er ein partur av hugskotinum, at fólk ikki vita, hvar tey møta tónleikinum. Tað ræður um at vera á rætta staðnum í røttu løtuni,“ sigur hon.
Tónleikurin verður sostatt ein óvæntaður partur av býarlívinum, har vanlig støð kunnu gerast karmur um serligar løtur. Samstundis gevur tiltakið fólki eitt eyka høvi at røra seg runt í býnum og vitja ymisk støð.
Lat teg yvirraska í Havn
Heysthugni í Havn er eitt høvi at sameina jólagávukeyp, matupplivingar og býarlív við óvæntaðan livandi tónleik.
Fylg við á Facebook-síðuni Havnarlív fyri nærri kunning um tilboðini og Eitt lag á hvørjum stað.
Heysthugni í Havn er eitt tiltak hjá Visit Tórshavn í samstarvi við handilslívið í Havn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



