Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin
Tiltøk

Tvøroyrar kommuna: Í morgin er árligi Heystmarknaðurin á Tvøroyri.  Tey fyrstu árini var stóra tjaldið í miðbýnum karmur um Heystmarknaðin.

Seinni bleiv tiltakið flutt oman á havnarlagið á Tvøroyri, í søguligu bygningarnar hjá T.F. Thomsen. Øll árini hevur undirtøkan verið góð og vaksandi.

Tiltakið í ár, er tað størsta, ið higartil hevur verið. Heystmarknaðurin sjálvur verður á Seglloftinum, har uml. 20 luttakarar eru við. Luttakararnir selja ymiskt heimagjørt, so sum bundin ella seymaði pløgg, smúkkur, føroyskan mat, føroyskt grønmeti, súltað grønmeti, tilfar til slaktið, trælutir og mangt annað. Kafé er eisini á Seglloftinum, meðan Heystmarknaðurin er.

Í ár verður eisini loppumarknaður. Hann verður í grannahúsunum, Pakkhús 17, har 10 luttakarar eru, við øllum millum himmal og jørð.

Pakkhús 18, ið eisini er í somu smogu, er karmur um listaframsýning við lokalum listarfólkum. Í kjallaranum bjóðar lokala Delta Seafood smakkroyndir av saltfiski og til ber eisini at keypa sær saltfisk við heim.

Í túninum við Seglloftið, verða kør við livandi fiski, krabbum, álum o.ø. at síggja.

Ungdómshúsið, Pakkhús 4, er opið meðan Heystmarknaðurin er.

Í garasjuni í Kafé Kgl. Handilin, verða tvey lomb flett og til ber at bjóða upp á tey.

Kafé Kgl. Handilin og Kafé Tvørá hava opið, og harmonikutónleikur verður at hoyra bæði har og á Seglloftinum. MS Thorshavn hevur opið skip frá 15-18.

Handlarnir í býnum hava eina ørgrynnu av serligum tilboðum henda dag og fleiri hava longri opið.

Tey, ið ynskja at halda fram, kunnu seinni um kvøldið fara til Heystquiz í Fimmaranum.

Ein sera spennandi dagur, við sera nógvum, góðum tilboðum.

Heystmarknaðurin á Tvøroyri er frá kl. 12:00 – 18:00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #