Tú setur teg í flogfarið, spennir trygdarbeltið og hoyrir eina rødd úr hátalaranum bjóða vælkomin. Men tú hugsar neyvan um, at røddin kann hoyra til ein kong.
Willem-Alexander, kongur í Niðurlondum, hevur flogið sum gestaflogskipari hjá KLM síðani 1996. Í 2017 fortaldi hann, at hann fleyg umleið tvær ferðir um mánaðin. Fá ferðafólk kendu hann aftur, og sum annar flogskipari slapp hann undan at siga navnið, tá hann beyð vælkomin.
– Men tey flestu lurta kortini ikki, legði hann skemtandi afturat.
Nú KLM skiftir Boeing 737-flogførini út við Airbus A321neo, hevur kongur aftur verið á skúlabonki. Hann fekk góðkenningina 6. juni í ár og fleyg fyrstu ferðina við ferðafólkum seinni sama mánað.
Hann fær onga løn fyri arbeiðið, upplýsir kongshúsið. Fyri hann er flogferðin eisini eitt kærkomið frírúm frá kongaligu skyldunum.
– Tú kanst ikki taka trupulleikarnar á jørðini við tær upp í luftina. Tað er sum eitt frírúm fyri meg at sleppa at sita har frammi viðhvørt. At leggja kongaligu skyldurnar frá mær og bara hugsavna meg um flogfarið, manningina og ferðafólkini, hevur Willem-Alexander onkuntíð sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



