Franska konsulatið: Mikudagin 14. oktober og hósdagin 15. oktober verður høvi at vitja umborð á havgranskingarskipinum fyri sjókort hjá fronsku verjuni, Beautemps-Beaupré, sum liggur við kai í Havn.
Fýra ymiskar vitjanartíðir verða bodnar út, tvær hvønn dagin, og pláss er fyri 20 fólkum til hvørja klokkutíð:
Mikudag 14. oktober
kl. 10:00
kl. 14.00
Hósdag 15. oktober
kl. 10:00
kl. 14.00
Vitjanin tekur umleið 45 minuttir. Áhugað kunnu skriva teldupost til hannafranka10@gmail.com ella senda sms til 211057. Skrivið navn, kyn, føðingardag og hvørja klokkutíð ynski er at vitja. Veljið fegin tvær klokkutíðir sum ynski 1 og ynski 2.
Tey, sum fáa plássini, fáa boð um tað. Tað er neyðugt at bera skjótt at við at tekna til, og skotbráið er stutt.
Seinasta freist at tekna til vitjanir í morgin, er í kvøld kl.18. Til vitjanir hósdagin er freistin at tekna til mikudagin kl.12.
Tey, sum ætla umborð og fáa svar um, at tey hava fingið pláss, mugu hava samleikaprógv við umborð, so sum pass ella koyrikort. Børn mugu fylgjast við vaksnum og skulu eisini hava samleikaprógv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



