Mynd: Bárður Mikkelsen
Mynd: Bárður Mikkelsen
Havnar Svimjifelag: Fríggjadagin og leygardagin 2. og 3. oktober skipar Havnar Svimjifelag fyri HS Open í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan kappingin er fyrsti møguleikin hjá svimjarunum at klára kravtíðirnar til Betri Oyggjaleikir næsta summar.
Við Betri Oyggjaleikum á skránni summarið 2027 fær HS Open serligan týdning hjá teimum svimjarum, sum hava sett sær fyri at vinna sær pláss. Um vikuskiftið fáa teir fyrsta høvið at royna seg í kappingini um kravtíðirnar.
Stevnan verður svomin í nýggja hylinum, har umstøðurnar hjá áskoðarum eru sera góðar. Øll eru vælkomin at koma í høllina, fylgja við kappingunum og stuðla svimjarunum.
Kappast verður á stuttgeil, og skráin fevnir um frísvimjing, bringusvimjing, ryggsvimjing, firvaldasvimjing og blandaða svimjing hjá bæði kvinnum og monnum. Harumframt verða blandaðar liðsvimjingar í 4 × 100 metra frí og 4 × 50 metra frí.
Stevnan er býtt í tríggjar partar:
• Fríggjakvøldið 2. oktober kl. 19.30
• Leygarmorgunin 3. oktober kl. 09.30
• Leygardagin 3. oktober kl. 16.30:
Lagt er sostatt upp til eitt spennandi svimjivikuskifti í Gundadali, har bæði persónlig met og kravtíðir til Betri Oyggjaleikir verða í eygsjón.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



