Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Innsent: Grandma’s Basement eru nú aftur klárir við nýggjum tónleiki. Nú útgevur bólkurin eitt nýtt og spennandi staklag – hesa ferð við einum heldur óvanligum høvuðspersóni.

Hvussu blívur tann arbeiðssami hundafangarin høvuðspersónur í einum sangi?

Tað fáa lurtarar nú svarið upp á, tá Grandma’s Basement lata sítt nýggjasta staklag úr hondum.

Sangurin snýr seg um hundafangaran í Kvívík. Hann er kendur fyri at verða óførur til sítt arbeiði - So óførur at hann altíð megnar at fanga allar hundarnar í bygdini. Men hvar enda hundarnir, og hví koma teir ikki aftur? Hvar eru border collie hjá Sáru og chihuahua hjá Kláru? Hetta vilja fólkini, í bygdini, hava svar uppá.

Klaksvíksbólkurin er kendur fyri at skriva stuttligar og fangandi sangir.

Sangirnir eru lættir at syngja ogeru ofta skrivaðir í skemti, satiru og spei. Bólkurin er eisini kendur fyri sínar lívligu konsertir, harsangirnir altíð verða framførdir við einum skálkasmíli.

Manningin í Grandma’s Basement eru:
Jón Jacobsen, sang
Rógvi á Tjaldrafløtt Olsen, el. gittar og sang
Símun Heimustovu, el. gittar og sang
Hans Andrias Jacobsen, el. gittar, kassagittar og sang
Jóannes Viðbjørg, bass
Thorvald Danielsen, trummur
Lindi Gardar, kassagittar og sang

“Hundafangarin” kann nú hoyrast á stroymingartænastunum Spotify og Youtube.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #