Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Myndin sýnir tíggjumannafarið Hvanngarðin á Báta- og Listasavninum í Leirvík. Stóri árabáturin hevur verið í Noregi, men er nú komin aftur á klettarnar.

At leirvíkingar og Eysturkommuna fingu Hvanngarðin, Føroya elsta bát, heimaftur, er eitt bragd – og serliga nú, føroyski súðubygdi báturin er komin á UNESCO listan – hevur fingið altjóða viðurkenning.

Poul í Tarti í Oyndarfirði sigst hava smíðað Hvanngarðin til syðrugøtumenn. Hetta var um 1830 – fyri sløkum tvey hundrað árum síðani.

Í Varðanum 1939 sigur Líggjas Húsgarð í Syðrugøtu m.a. soleiðis um tíggjumannafarið, sum Norsk Folkemuseum í Oslo keypti í 1938:

”Tann báturin, sum nú fer til Noregs, var farmabátur og grindabátur hjá syðrugøtumonnum. Hann stóð undir Gøtueiði, norðurvert við Skipanes við Skálafjørðin.

Navnið Hvanngarðurin man hann hava fingið, av tí at ein garður var gjørdur rundan um neystið, so stórdýr ikki skuldi koma upp á tað – tað stóð úti í haganum.

Sum farmabátur varð hann mest nýttur til Havnarferðir, ta tíð kgl. Einahandilin var í Tórshavn og seinni eisini. Sum grindbátur varð hann nýttur til grindir norðuri í Sundum. Annars varð hann nýttur til ferðabát av Skálafirði.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo