Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Ungi Arabo er ein impulsivur maður við undirhaldandi meiningum antin tað er í faktuellum morgunprátið í Útvarpinum ella í fiktivum formi í skaldskapi.

Men hvat kann hann levera, nú hann sum ein annar Elon er drigin inn á politiska pallin, og settur í skarpa ljósið, sum løgmaður eigur, men nú vil deila og varpa á hann áleina, at útinna tað, sum maktin og samgongan enn ikki hevur megnað, eitt ár fyri valið?

Er tað spælið fyri gallarínum hjá einum troyttum løgmanni, sum manglar medspælarar á egnum heimavølli, men ikki vil útskriva nývæl, tí prognosirnar eru í botni?

Rollulistin og valda umboðanin í fyrsta leikverki, sum tey siga á Tjóðpallinum, er vælvald, um vit hugsa tað umboðandi gallaríið úti um landið og hvønn og hvat tey umboða, í hvussu er soleiðis sum vit vita.

Men hvar fara forvæntningar og veruleiki at kollidera við leveringsdyktigheit og tað øvuta, at halda luftini meðan hesi verða slept inn í manesjuna at renna eina løtu, nú Baldoni ikki slapp at spæla fyri teim fátæku, men størsta danska sirkus, Arena, fer at hava eitt gigashow í nýggju skattahøllini hjá teimum í Havn, har uppi í og við Tjarnir. Kært barn har mange navn.

Er hetta eitt gigantisk avleiðandi show, sum Rajani hevur teskað Aksel í oyra, bara fyri at halda smuldrandi maktini í eina millumtíð, sum annars hevði ført við sær nývæl, var hetta vælupppáfunna millumspæl ikki sett á skinnarar?

Er hetta kanska veruliga nýggjast spæliverk tjóðarinnar, sum við Dario Fo og øllum dárskapi er sett á sosialdemokratisku plakatina?

Fer Aksel hjá Vilhelm at seta Ben hjá Arabo sum høvuðsleikara í størsta pausuleiki í søguni?

Ella er leikurin so gjøgnumhugsaður, at Arabo hevur fingið ein lista at avhøvda kongaríki í eini framskrivaðari søgu um Hamlet?

Skal Arabo og leiktruppur hansara lukka tey bæði bygdahospitalini, so vit fáu fólk udi Færø hava eitt sentralt sjúkrahús í Havn, steingja teir meingsleysu smáskúlar, eins og tær meir enn hundrað ára gomlu kirkjur, sum detta sundur, tí tær hava ein ov fátækan gud?

Skulu kvinnustørv skipast sum mansstørv, so vit fáa ein mektigan barnaleiðara, kvinnu skal sigast, eins og vit hava ein landsverkfrøðing í mannfólkaverðini?

Skal kringvarpið koyrast sundur aftur og virka á somu kappingartreytum sum privatu miðlarnir?

Skal strandferðslan bjóðast út til tey privatu aftur, sum tá Sam sigldi um Vestmannasund og øll sluppu aftur og fram, so sum bilettin segði?

Hví skal Strandferðslan vera í Suðuroy, Sjóvinnustýrið í Vágum og Brekumboðið í Klaksvík, hvat vinna vit búskaprliga við hesi bygdamenning?

Og hví skal nakar hava pensjón?

Er tað ikki eitt privatmál hjá tí virkisfúsna at greiða seg og síni viðurskifti hesumegin gravarbakkan, uttan at landið skal geva tilsagnarpensjónir og lyfti um ævigt gull, eru tað ikki farnar tíðir?

Og fakfeløgini – er teirra tíð ikki í denn grad farin, eru tey ikki bara ein ónyttuútreiðsla hjá arbeiðandi fólki, tá limagjaldið fer til leigubygningar í Havn og avsláttarskipanir at ferðast til luksusíbúðir?

Eru fakfeløg ikki blivin eitt nýtt sjórænaravirksemi, sum skal ruddast út, ongantíð ov skjótt?

Og hvar fór príseftirlitið, nú alt fór til himmals í prísi?

Skulu vit ikki bara øll fáa eina einvegis bilett við AA til GC innan tey eisini lukka, tí tey fáa ikki meira brennievni?

Hvat við grønum myllum í hvørjum haga og hví skulu bøndur og hagaeigarar krevja gjald fyri hvønn óbrúktan bøkk?

Og so eru tað loyvini at ala og sleppa at forpesta hvønn fjørð og hvørt sund, sig mær fáa vit føringar ongantíð nokk?

Nei, nú steðga vit og lata realitetirnar liggja, inntil teir blíva alt ov óunniligir at draga upp á land og verða seldir, ja, fyri tann, sum tímir at møta á uppboðssølu tjóðarinnar á undirfíggjaða Tjóðpallinum, sum eitt hanagleiv frá Tinganesi telur minni enn tvey starvsfólk.

Kanska skuldi onkur flutt.

Her er nógv á leiklistanum, sum Aksel hevur givið Arabo.

Nú er spurningurin hvat heitið á fyrsta leikverki verður kallað, hvør skal rinda billettirnar, og hvussu komedian endar.

Eitt er so longu vist, og tað er at Bertold Brecht fer ikki at gera tað betri enn duettin Aksel og Arabo á nøkrum palli.

Deyðst, so spyrst.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo