Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Lesarin skrivar

INNSENT av KRIS:
Børn, ung og eisini gomul koma í neyð og verða brotin – bæði sálarliga og kropsliga. Tey liva í ótta og undir hóttanum og skomm. Tey eru í neyð. Vit mugu upp úr sofuni og verja tey verjuleysu og tora at seta mørk, ið eru okkara børnum og ungu til gagns – og ikki minst eisini okkum sjálvum sum vaksin. Ja, vit vinna øll! Um vit sum vaksin, foreldur, avvarðandi, fakfólk – ja øll, tora at seta mørk og seta sunnar avmarkingar upp – og tora at velja sunnar vanar. Tað skal vera kul at vera ókul! Tað er okkara ábyrgd at hjálpa óvitandi, óskylduga og ófullgjørda heilanum hjá okkara ungu til at taka betri val og fyribyrgja óneyðugum skaðum. Vit eru teirra verja á ungum árum – eins og okkara eldru vóru okkara verja, tá ið vit vóru ung.

Men! Hvat gera vit – hvat vilja vit? Vit eru tíbetur, men fleiri ár ov seint, í gongd við at taka avbjóðingar við ágangi á netinum í størri álvara. Í landsspolitiska landslagnum er komin gongd á broytingar í lóggávuni, innan dómsvaldi er ein herðing av dómum at síggja, og innan barna- og ungdómsøkið er vegleiðing og upplýsing blivin ein meiri nátúrligur partur á skúlum og stovnum kring landið– serliga í samband við brúk av snildfonum og teir vandar, ið eru við hesum fjørbroytta tóli.

Á ráðstevnuni ”Lokkarin í nýggjum klæðum…” kom eisini sera greitt til sjóndar, at avbjóðingin er stór. Hon er skakandi stór og eisini óhugnalig, tá ið talan er um kynsligan ágang á netinum - annan ágang og markleys atferð. Avbjóðingin sær út til at vera eins stór í Føroyum sum í londunum rundan um okkum. Vit eru í gongd við at gera nakað – og tað er gott, men er tað nokk? Hvat vilja vit? Vilja vit verja okkara børn og ungu? Lat okkum so hjálpa teimum á lívsleiðini til teirra vaksna lív. Tað gera vit best við at seta mørk, vegleiðing, skapa tryggleika og ikki minst nærveru og áhuga fyri lívinum hjá hvør øðrum. Lóg og reglar broyta eitt vet og eru eitt stig á vegnum – men lóg og reglar broyta einki í sær sjálvum, um teir ikki vera fylgdir. Tað byrjar við tær og mær – hvat vilja tú og eg? Tað er nú einaferð soleiðis í lívinum, at vit antin kunnu brúka tíð at fyribyrgja og vegleiða, ella vit brúka tíð til at rudda upp eftir okkum sjálvum, tí vit ikki fyribyrgdu og vegleiddu – hvat vilja tú og eg? Hvat vilja sum samfelag?

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #