Um títt arbeiði upptekur teg so nógv, at tú ikki fært tíð til annað, er okkurt galið, antin við arbeiðnum ella við tær
- Kahlil Gibran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fjølmiðlar hava endurgivið kanning hjá Spyr.fo viðvíkjandi støðu føroyinga til fría fosturtøku og verður í yvirskrift sagt at ”Føroyingar taka undir við fosturtøku til 12. viku” og í undirsyvirskrift , at ”Kanning vísir, at greið­ur meiri­luti av før­­oy­ingum tek­ur undir við, at fost­ur­tøka skal vera upp til ein­­støku kvinn­una at gera av til 12. viku av vi­ð­gong­u­tíð­ini?

Ein kann ikki annað enn undrast yvir slík tíðindi, tá hugt verður nærri eftir kanningin, sum sipað verður til.

Verður hugt nærri eftir kanningini, so vóru  799 fólk spurd og av teim vóru tað 57%, ið vóru fyri ”fríari fosturtøku” – tvs, at sambært nevndu kannning vóru tað 455 føroyingar, ið taku undir við ”fríari fosturtøku”.

Tá nevnda kanning vísir, at 455 av teim spurdu tekur undir við ætlaðu broytingum, so svarar hetta til  1,17 % av teim 39.000 føroyingum, ið høvdu valrætt í 2022.

Tí tykist mær, at tað er at taka munnin ov fullan, ja, beinleiðis villleiðandi at siga, at greiður meiriluti av føroyingum taka undir við fríari fosturtøku.

Hví ikki lata spurningin um ”frían fosturtøku” fara út til fólkaatkvøðu? Tá fæst at vita, hvør støða føroyinga er í hesum álvarsmáli.

Tordur J. Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo