

Petur Martin Johannsen skrivar: Fyrsti spurningurin í panelinum í Breddanum snúði seg um, hví ófriðurin í Gaza hevur serligt fokus her í Føroyum.
Tað er merkisvert, at eingin av gestunum megnaði at svara hesum einfalt og beinleiðis. Tað ljóðaði nærmast, sum um bæði vertur og gestir undraðust og forargaðust yvir, at so nógv øsing er um hetta evnið.
Men hetta er í veruleikanum tað nemmasta at svara upp á.
Tá Miðflokkurin legði fram uppskot um at seta á stovn eina føroyska sendistovu í Ísrael, skuldi hon leggjast í Jerusalem – stutt eftir at USA flutti sína sendistovu úr Tel Aviv til Jerusalem. Tað er eitt heilt óvanligt og serstakt uppskot, og tað vísir, at ein serligur áhugi er fyri Ísrael her í Føroyum – nógv størri enn í flestu øðrum londum.
Hesin áhugi er heldur ikki avmarkaður til Miðflokkin, men fevnir víðari politiskt.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo