Menn verða forelskaðir ígjøgnum eyguni, kvinnur ígjøgnum oyruni
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Menn verða forelskaðir ígjøgnum eyguni, kvinnur ígjøgnum oyruni
- Leo Tolstoy
Lesarin skrivar

Søga okkara er á mangan hátt rættiliga skerd í mun til søguna hjá grannum okkara fyri sunnan.

Múrurin í Kirkjubø, dómkirkja St. Magnusar, mætasta fornminni landsins frá umleið ár 1300, minnir eina mest um eitt tómligt eggjaskal í mun til St. Magnusar katedralin í Kirkwall í Orknoyggjum frá 12. øld, sum jallurin Ragnvald Kolsson, bygdi til minnis um morbróðir sín Magnus Erlendsson (1076 - 1115), halgimenni og jallur av Orknoyggjum.

Gott fyri annað –?
Kortini kunnu vit hinvegin fegnast um annað, at vit blivu so “passaliga” forsømd av dønum við millumlanda farmasigling í farnum øldum - eitt nú av árligu, tilvildarligu ferðunum hjá huggertini “Jubelfesten” - so at vit av hesi vanrøkt varðveittu okkara móðurmál og mentan. 

Nakað av toftum eru grivnar út og kanningar framdar í Kirkjubø, og tað er ikki av leið. Henda gamla bygdin, sum varð so hart rakt av Kyndilsmessuni hørðu í 1602, táið slættlendið fór undir báru og Hólmurin loysnaði frá landi.

Ivi er ongin um, at nærløgdu fólkini - bæði á fornminnissavninum og á ferðamannastovuni við – royna sítt besta fyri at náa síni mál og fremja gott virksemi.

Men hvussu nógv verður nú grivið út og lagt fyri dagin av toftum, aftur grónum støðum og bygdarløgum um landið av áhuga?

Úti á Bø í  Suðurstreymoy
Eftir ein fittan gongutúr, undir hálvan tíma, suður frá Kirjubø, kemur tú til tað aldagamla bygdarlagið: Úti á Bø, ið bleiv avtoftað í 1894.

Í 1550 helt Guttorm Andersen (1515 – 1571), løgmaður frá 1544 - 1571, til har úti, á sínum 20 marka løgmansgarði, til hann flutti vestur á Steig í Sandavági, eftir sum at hetta festið við, sambært skrivi dagfest  19. mars 1555, varð lagt undir løgmansembætið.

Har Úti á Bø liggja enn nærri hálvthundrað toftir frá hesi søguliga staðføstu búseting, heilt oman í fjøruna, og uttan at ein spaki er settur í til nakrar rannsóknir har á leið.

Gæsa og Gásadalur
Søgnin sigur, at Gæsa var rík kvinna, ið livdi í Kirkjubø um ár 1100, ið varð ákærd fyri at eta kjøt í føstu, og sum tí førdi til, at hon bleiv víst burtur haðani til at búgva í Gásadali, og harav er navnið, sigst.

Undir Árnafjalli í Gásadali hava so fólk búleikast í øldir, til bygdin umleið ár 1840 varð flutt longri oman í Dalin. Og har vesturi er heldur einki grivið út ella kannað yvirhøvur.

Í Kerjum, tað er ein hugfarslig lagd har uppi undir nevndu toftum, bleiv eitt væl fagnað neytakonugildi hildið av øllum í bygdini á hvørjum ári, eftir at grøðin var fingin til høldar, plagdi mamma mín, Anna Lovise Jensen, (1900 – 1991) at siga frá.

Turisma og Dalurin
Síðani at okkara ferðafólkavinna kom undir kønari leiðslu, er virksemið blómað ovurhonds um alt landið.

Múlafossur er mest avmyndaði fossurin, og Gásadalur er av turistum mest vitjaða bygdin í landinum. Í 1940 bleiv ein betong trappa stoypt frá tí vøkru lendingini, har ein fittur pollur er, og har sum bátar vórðu drignir um summarhálvuna – og sum hjálagda mynd av Sigmundi Petersen lýsir -  og upp eftir Reyðu-stíggj. Men henda gamla trappa er nú illa farin og tærd av veðri og brimi.

At festa eina nýggja, opna stáltrappu í bergið í staðin, tað er ein løtt uppgáva at avrika og neyvan serliga kostnaðarmikil heldur, í mun til baksið av at stoypa gomlu trappuna tá á døgum.

Ein nýggj trappa kundi komið væl við - hjá turistum við - at vitja hesa vøkru lendingina, og hetta hevði lætt væl um vansan av vitjanar trýstinum annars uppi í bygdini, sum Gásadalsfólk vitiliga merkja væl til. 

Gomlu Gerðar Í Klaksvík
Havi so ofta fyrr nevnt um hetta sára  dømið - um ein staðfestan sorgarleik og hóttafall, sum hendi av skalvalopum undan Kjalarbrúgv og oyddi eitt heit bygdarlag – ber til at siga – á kyndilsmessi, 12. mars 1745, og 20 ár seinni á kyndilsmessu í 1765 við. 

Av fyrra omanlopinum doyðu 5 fólk og av seinnu lopinum 20 fólk. Eitt øtiligt, heimligt “Pompeii”, sum varð fjalt undir heilt eftir stuttum bili av øskuni frá gos fjallinum, Vesuv, ár 79 e. K.

Um aldagamli býlingurin Gerðar bleiv endurreistur  – sum hevði/hevur frítt leiti út um alla Borðoyarsvík, yvir í Vág og niðan í Uppsalar, har eygleiðast kundi út eftir vágni í Klaksvík, á Biskupsstøð, á Pollin og norður í Haraldssund – um vandi varð á ferð í gomlum døgum.

Henda endurreisn kundi sagt “spar tvey” til bæði Kirkjubø og Tinganes – umframt verðið eitt gott ískoyti til væleydnaðu - í brimi vaðandi, vøkru Kópakonuna í Mikladali - sum enn eitt framúr ferðamannamál í Norðoyggjum

Kanska um hundrað ár?
Minnist væl hvussu fortørnaður Símun J. Hansen, mætasti ættargreinari landsins, varð, táið býlingurin í Vági fór undir heilt,  táið forna Innistova og Útistova hvurvu við alla. Staðið, har ið tann mæti Páll Fangi varð dømdur á vártingi til Bremen-hólmar, tann 17. mars 1656.

Uppseting av minnissteinum er gott, men stendur ikki mát við endurreisn av teim lonum. har ið okkara forfedrar hava búleikast. Mælskir menn hava røkt ræði í farnu tíð, meðan mosin grør. 

Men hvør veit, kanska skulu kvinnuráð til sambært Janus, meginskaldið?

Kanska um hundrað ár
fellir ein ungmoy tár
yvir teir frægu, ið
fullu í randargný,
kanska av summardá,
sóljum og baldursbrá
bindur hon farnum krans,
áðrenn hon fer í dans.

--------------

Kanska á dansinátt
skipar hon Kjartans tátt.

Frægu fedrar føðilandsins
Løgting, landsstýri og bý- og bygdarráð og feløg kring landi - hevði tað ikki verið ein góð gerð, um fjálgað varð um hesar vinnuvegirnar - fornfrøðiligar kanningar og ferðavinnuna við - við meiri og betri manning og tøkum peningi afturvið?

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #