Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Vinna

Vinnuhúsið: Nógvir føroyskir arbeiðsgevarar eru í einari støðu, har teir mangla starvsfólk við røttu førleikunum. Vit hava nú í fleiri ár havt eitt arbeiðsloysi á umleið 1 prosent, og samstundis hava vit hægsta vinnutíttleika í Evropa.

Í einari slíkari støðu skuldi tú hildið, at politiska skipanin kýtti seg at geva føroyskum arbeiðsgevarum betri møguleikar at manna tey størvini, sum tørvur er á. Men við lógaruppskotinum, sum Aksel V. Johannesen hevur lagt fyri Løgtingið, verður júst tað øvugta gjørt. Uppskotið lækkar skattin munandi hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, samanborið við tey, sum arbeiða í Føroyum.

Ein løntakari, sum arbeiðir á landi í Noregi og forvinnur 500.000 kr. um árið (góðar 40.000 kr. um mánaðin), hevur knappar 4.000 kr. meira eftir um mánaðin eftir skatt. Harumframt er ætlanin at hækka samdøgursfrádráttin hjá teimum, sum arbeiða á sjónum.

Útlendskir arbeiðsgevarar kunnu gníggja sær í hondunum, tí nú verður tað nógv lættari hjá teimum at kappast við føroyskar arbeiðsgevarar um starvsfólkini. Enn einaferð skjóta vit føroyingar okkum sjálvar í fótin.

Frammanundan rinda føroyingar, sum arbeiða uttanlands, lægri skatt enn føroyingar, sum arbeiða í Føroyum. Nú verður munurin uppaftur størri, og kappingin enn meira ójøvn.

Í lógaruppskotinum verða gjørdar tríggjar broytingar, sum minka um skattin av uttanlandsinntøku:
 

  1. Uttanlandsfrádrátturin verður hækkaður úr 48.000 kr. um árið upp í 84.000 kr um árið

  2. Samdøgursfrádrátturin verður hækkaður upp í 210 kr. um samdøgrið

  3. Gjald til sosialar skipanir, sum t.d. NAV, kann dragast frá í skattinum, tó í mesta lagi 6,5 prosent


Hví gjøld til norsku sosialu tryggingarskipanina NAV skulu kunna dragast frá í skattinum, sum verður goldin í Føroyum, er púra óskiljandi. Serliga tá ið føroysku sosialu gjøldini (ALS, Heilsutrygd, AMEG og Barsilsgjald) ikki á sama hátt kunnu dragast frá í skattinum.

Felags fyri hesar broytingarnar er, at tær geva føroyingum, sum arbeiða uttanlands, munandi betri skattligar treytir enn teimum, sum arbeiða í Føroyum. Politiska skipanin skrivar í roynd og veru ein kekk til tey, sum fara uttanlands at arbeiða, meðan tey, sum arbeiða í Føroyum, ikki fáa somu fyrimunir.

Heldur átti samgongan at javnsett løntakararnar og lækkað lønarskattin hjá øllum føroyingum. Um eitt starvsfólk tá heldur, at tað fær betri lønar- og setanartreytir við at arbeiða uttanlands, stendur tað viðkomandi púra frítt at velja útlandið.

Men tað eigur at vera útlendski arbeiðsgevarin - og ikki føroyski skattgjaldarin - sum rindar tað, ið krevst fyri at fáa føroyingar at velja arbeiði uttanlands fram um arbeiði í Føroyum.

Lógaruppskotið hjá landsstýrinum sæst her. 
 

Samanbering av skatti og sosialum gjøldum
Niðanfyri er ein samanbering av skatti og sosialum gjøldum hjá einum føroyingi, sum arbeiðir á landi í ávikavist Føroyum og Noregi og forvinnur 500.000 kr. um árið áðrenn skatt.
 

Arbeiðir á landi - 2027 Arbeiðir í FO Arbeiðir í NO - rindar til NAV Arbeiðir í NO - rindar ikki til NAV
Lønarinntøka 500.000 500.000 500.000
Uttanlandsfrádráttur 0 84.000 84.000
Skattskyldug inntøka 500.000 416.000 416.000
Bruttoskattur (inkl NAV-gjald) 167.715 272.834 234.834
Frádráttur fyri inntøkuskatt í NO og NAV-gjald 0 121.734 89.234
Nettoskattur 167.715 151.100 145.600
Sosial gjøld FO 27.900 0 23.492
Tilsamans at gjalda 195.615 151.100 169.092
Inntøka eftir skatt og sosial gjøld 304.385 348.900 330.908
       
Munur   -44.515 -26.523

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #