Skúlablaðið: Í 2024 fingu 11 fólkaskúlalærarar diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Ein teirra er Durita J. Jacobsen, sum er fegin um møguleikan, hon fekk, at nema sær vitan um frálæru í føroyskum sum annaðmál, samstundis sum hon viðurkennir, at útbúgvingin læt eygu hennara upp fyri uppgávuni, sum í sjálvum sær er nakað størri og meira samansett, enn hon frá byrjan hugsaði.
- Útbúgvingin sum lærari í føroyskum sum annaðmál er ein breið útbúgving, sum sjálvsagt snýr seg um læring og føroyska málið, men eisini um mong onnur viðurskifti, so sum spurningin, hvussu vit betur kunnu fevna tilflytarar, so teir lættari gerast partur av samfelagnum. Hvussu vit kunnu leggja okkum eftir at skilja mentan teirra, hvørja bakgrund tey hava, og hvørjar førleikar tey hava at læra føroyskt. Eyguni vóru veruliga latin upp at síggja, at uppgávan at fevna tilflytarar ikki bara liggur í at læra tey føroyskt.
Durita J. Jacobsen vísir á, at eins og føroyskir næmingar í fólkaskúlanum eru ein samansettur hópur, sum væl ella minni væl megna fakliga og sosiala partin av at vera næmingur, so eru tilflytarar eisini tað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



