Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur
Innlendis ítróttur

KVF, ÍSF, Betri Oyggjaleikir: KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir skipa fyri eini sangskrivarakapping, har leitað verður eftir oyggjaleikasanginum 2027 – sanginum, sum skal seta ljóð á oyggjaleikir í Føroyum summarið 2027 

Tríggjar virðislønir verða latnar:

        1. virðisløn: 40.000 krónur
        2. virðisløn: 20.000 krónur
        3. virðisløn: 10.000 krónur

Freistin at senda sang inn er 1. desember 2026. Vinnarasangurin verður frumframførdur á Ítróttafagnaðinum 6. februar 2027.

Treytir fyri luttøku
- Sangurin skal vera eitt nýtt, upprunaligt verk, sum ikki áður hevur verið alment spælt ella útgivið.

- Sangteksturin skal snúgva seg um oyggjaleikir og ítrótt. Onnur evni kunnu eisini flættast uppí.

- Føroyska málið skal vera berandi í sanginum.

- Allar sangrøddir skulu vera framførdar av menniskjum.

- Sangurin skal vera so liðugur sum gjørligt, tá ið hann verður latin inn.

- Luttakarin/luttakararnir skulu eiga øll rættindi til orð, lag og upptøkur.

- Hvør luttakari kann í mesta lagi senda ein sang inn til kappingina.

- Dómsnevndin tilskilar sær rætt til í samráð við vinnaran at gera neyðugar broytingar í framleiðslu og ljóðblanding og at mastera sangin av nýggjum. 

Innsending
Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla við Wetransfer og vera so liðugur, sum gjørligt.

Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla í MP3-, AIFF- ella WAV-formati saman við teksti og viðkomandi upplýsingum.  

Tilfarið skal sendast til t-postin sangkapping@kvf.fo í seinasta lagi 1. desember 2026.

Døming
Ein dómsnevnd, ið KVF, Oyggjaleikir og ÍSF í felag seta, velur teir tríggjar sangirnar, sum fáa virðisløn. Í dømingini verður dentur lagdur á lag, tekst og hvussu sangurin hóskar sum oyggjaleikasangur. 

KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir gleða seg til at hoyra uppskot til Oyggjaleikasangin 2027. 

Meira fæst at vita um Oyggjaleikir her: https://www.faroeislands2027.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #