









Vinnuhúsið: Seinastu tíðina hevur aftur verið nógv kjak um matvøruprísir í Føroyum. Ofta verður víst á, at vit eru millum dýrustu lond í heiminum at keypa inn í. Tá ið vit fara til handils, síggja vit bert endaliga prísin á hillini, men prísurin sigur lítið um, hvussu hann er samansettur.
Hvussu nógv kostar tað at reka handilin? Hvussu nógv kostar flutningurin? Og ikki minst, hvussu nógv verður lagt á í gjøldum, sum fara beinleiðis í pengakassan hjá landskassanum.
Handilsvinnufelagið, sum er vinnugreinafelag í Vinnuhúsinum, hevur tí umvegis innlitsumbøn savnað tøl frá TAKS, sum vísa, hvussu stórar inntøkur landskassin hevur fingið frá mvg, tolli og avgjøldum á matvørum í tíðarskeiðnum 2017–2024.
Mvg er tyngsta gjaldið
Mvg er 25% og verður lagt á matvørur, sum verða innfluttar til Føroya. Sambært TAKS er mvg ein prosentupphædd, sum Løgtingið leggur á kostnaðin á vørum og tænastum. Í tollhøpi verður mvg lagt á alt uttan á avgreiðslugjaldið.
Í tíðarskeiðnum 2017–2024 hevur landskassin fingið tilsamans 1,8 mia. kr. í mvg á matvørum. Hetta er størsti einstaki parturin av prísinum, sum endar í landskassanum. Niðanfyri er stabbamynd, sum vísur inntøkurnar fyri hvørt ár.
GATT-tollur rakar ávísar matvørur
Sambært TAKS er GATT-tollur tollur á vørum úr londum, sum Føroyar ikki hava handilssáttmála við. Hann rakar tí bert ávísar matvørur. GATT er stytting fyri The General Agreement on Tariffs and Trade.
Í 2017–2024 hevur landskassin fingið 57 mió. kr. í GATT-tolli á matvørum. Stabbamyndin niðan fyri vísur inntøkurnar fyri hvørt ár.
400 mió. kr. í avgjøldum
Afturat mvg og GATT-tolli verða eisini sokallað punktgjøld løgd á. Tey verða roknað bæði sum prosentgjald av virðinum, og sum gjald pr. kilo. Tilsamans hava hesi avgjøld givið landskassanum 400 mió. kr. í inntøkum frá 2017 til 2024.
Sambært vøruskránni hjá TAKS er talan m.a. um vørur av grønmeti, rávørur til bakstur, sjokulátu og sukur. Stabbamyndin niðan fyri vísur inntøkurnar hjá landskassanum fyri avgjøld á matvørum býtt á prosentgjald og kilogjald.
Hvat fær landskassin so tilsamans?
Leggja vit øll gjøldini saman, so hevur landskassin fingið tilsamans 2,2 mia. kr. í inntøkum frá mvg, tollum og avgjøldum á matvørum í tíðarskeiðnum 2017–2024.
Bara í 2024 vóru inntøkurnar umleið 325 mió. kr. í mun til 230 mió. kr. í 2017. Hetta er ein vøkstur upp á slakar 100 mió. kr. upp á átta ár. Stabbamyndin niðan fyri vísur inntøkurnar til samans fyri hvørt ár.
Kjakið má eisini snúgva seg um gjøldini
Prísurin á matvørum í Føroyum verður ikki bara ásettur av innkeypsprísinum og útreiðslunum hjá handlunum, men í stóran mun eisini av teimum gjøldum, sum verða løgd á, áðrenn vøran kemur á hillina.
Handilsvinnufelagið heldur, at hetta eigur at verða ein týðandi partur av kjakinum um prísirnar á matvørum í Føroyum. Tí stórur partur av tí, vit gjalda við kassan, endar beinleiðis í landskassanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo