Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Heim: Eftir tvey ár við teprum prísvøkstri hava íbúðarprísirnir í Tórshavn aftur gjørt ein vørr uppeftir.

Kortini vísir nýggj greining, sum Betri Heim hevur gjørt av íbúðarmarknaðinum, at tað loysir seg betur fíggjarliga at eiga, heldur enn at leiga.

Fermetraprísurin nærkast 40 túsund Fyrra hálvár í ár kostaði ein íbúðarfermetur í Tórshavn 39.100 krónur.

Tað er 9% meira enn í fjør, tá fermetraprísurin var 36.000 krónur.

Ein miðalstór íbúð, á 85 fermetrar, kostaði sostatt góðar 3,3 mió. krónur fyrra hálvár í ár, samanborið við knappar 3,1 mió. krónur í fjør.

Prísgongdin líkist henni í Danmark.

Tó hevur fermetraprísurin í Tórshavn seinastu árini yvirhálað miðal fermetraprísin í Danmark.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo