

Havstovan: Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild.
Tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 70% í mun til í ár.
Tilmælið fyri svartkjaft er 851.344 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 41% í mun til 2025.
Tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33% í mun til í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo