Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-138/2025 frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Akseli V. Johannesen, um at tryggja lág- og miðalløntum fólki eitt trygt lív.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin gjørt eina samlaða meting av, hvussu verandi skattaskipan ávirkar lág- og miðalinntøkur, og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri inntøkubýtið í samfelagnum?
2. Metir landsstýrismaðurin, at núverandi skattaskipan lyftir tey á niðastu rókunum nóg mikið, ella er neyðugt at lækka skattin hjá teimum við lág- og miðalinntøkum fyri at minka um ójavnan?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at endurskoða skattaskipanina við tí fyri eyga, at gera hana meira rættvísa og betri hóskandi til fíggjarligu støðuna hjá teimum við lág- og miðalinntøkum?
4. Hvørjar møguligar broytingar í skattaskipanini metir landsstýrismaðurin kunnu bøta um møguleikarnar hjá fólki at ogna sær bústað?
5. Hevur landsstýrismaðurin gjørt greiningar av, hvussu ójavnin í inntøkum og skattabyrðu er broyttur seinastu árini, og hvussu hetta eigur at ávirka komandi skattapolitikk?
6. Hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka innan skattapolitiska økið fyri at tryggja eina meira javna og burðardyggari skattaskipan frameftir?
Svar til spurningar nr. 1-7:
Flatskattabroytingin í 2011 gav mest til tey, sum høvdu størstu inntøkurnar og sendi í stóran mun rokningina út í framtíðina.
Í landsstýrinum frá 2015 og frá 2022 undir javnaðarleiðslu eru framdar tvær stórar skattanýskipanir. Fyrst í 2026 og seinast í 2023 og 2024, tá inntøkuskatturin varð lækkaður nógv hjá lág- og miðalinntøkum, og markskatturin hjá lágløntum varð lækkaður munandi, so at tey nú fáa meira til sín sín sjálvs av tí, sum verður arbeitt eyka.
Í løtuni verður arbeitt við lóg, sum árliga javnar stigvaksandi skattastigan, so at inntøkuskatturin á vanliga løntakaran ikki veksur hvørt ár.
Framtíðar skattabroytingar eiga at hava sum mál, at tær tryggja landinum støðugar inntøkur og minka um inntøkuójavnan.
Skattaskipanin er ein týðandi lutur í javningini av inntøkunum í samfelagnum, men eisini onnur viðurskifti hava týdning fyri ójavnan og møguleikan at luttaka og búgva í samfelagnum.
Millum annað tí samtykti tingið í vár lóg um leigustuðul, so at fólk, sum búgva til leigu, frameftir kunnu fáa betri fíggjarligt rásarúm. Somuleiðis í samgonguskjalinum er avtalað fleiri átøk, sum skulu stuðla undir eitt økt útboð av bústøðum.
Manglandi innkrevjing av tilfeingisrentu ávirkar eisini ójavnan og møguleikan hjá vanligum fólki at tryggja sær ein bústað, tí tilfeingisrentan kann seta seg í húsaprísirnar. Tilfeingið í havinum og føroysku firðirnar eiga allir føroyingar, og tí eigur serliga virðið av hesum eisini at koma øllum føroyingum til góðar. Undir síðstu samgongu vórðu skipanir við tøku- og veiðigjøldum broyttar, so at meira verður tikið inn. Hesar skipanir halda fram við javnaðarflokkinum í samgongu. Høgu prísirnir á makreli og svartkjafti síðsta árið gera, at veiðigjaldið hækkar munandi, og at landið næsta árið fær størri part av virðinum í sín part.
Nýggj kunngerð um veiðigjøld verður kunngjørd í næstum.
Fyri meg hevur tað týdning, at tilfeingisrentan verður kravd inn, so skattabyrðan á vanliga løntakaran kann lækka. Í verandi samgongu er tó ikki ætlanin at gera fleiri broytingar í tilfeingisgjøldunum.
Tinganes, 3. juli 2026
Aksel V. Johannesen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



