Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bloggur

SámalSunnudag: Føroyar eru ofta eftirbátar í nógvum viðurskiftum. Hetta verður ofta talusett sum nakað ringt, men er ikki bara av tí ringa. At onnur kunnu gera sær royndir við nýggjum rákum, áðrenn tey koma til okkara, ger at vit kunnu læra av feilunum, tey hava gjørt í øðrum londum. Trupulleikin er: tað gera vit sjáldan. 

Heimurin er í upploysn, summir partar meiri enn aðrir. Enn so leingi liva vit í okkara eggjablommu í Norðuratlantshavi, vard av einum blokkstuðuls-eggjarhvíta, einum ríkisfelagsskali - í einum vesturlendskum reiðri. Men bæði Vesturheimurin og Ríkisfelagsskapurin eru í dag í upploysn. USA rekur sína egnu leið, og í ES hava tjóðskaparflokkar ætlanir um at upploysa ES - til mikla gleði hjá Russlandi, ið harvið kann sleppa av við ein høvuðsfígginda. Tjóðskaparliga - nationalistiska - rákið er ein uppgerð við “globalismuna”, ið ynskir at menna felags spælireglur fyri allan heimin.

Júst smálond sum Føroyar, Danmark og hini Norðurlondini hava havt størsta fyrimunin av lutfalsliga stabilu heimsskipanini, ið er ment síðani seinna heimskríggj. Dettur sokallaða “heimssamfelagið” niðurfyri, gerast smálondini sannlík offur, tá heimurin verður eitt anarkistiskt spæl millum stór-, meðal- og smáveldi.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo