Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
Vinna

Landsbankin: Geopolitisk stríð hevur elvt til stór sveiggi í orkuprísum og harafturat hevur búskapargongdin verið betri enn væntað. Tað ger, at miðbankarnir hava hækkað renturnar, og at útlit eru til, at renturnar fara at hækka enn meira.

Altjóða fíggjarmarknaðirnir hava í ár verið merktir av geopolitiskum stríði og sveiggjum í orkuprísum, sum hava givið óvissu um inflatións- og rentuútlitini. Avmarkaður skipaflutningur gjøgnum Hormuzsundið hevur tarnað millum annað flutningi av olju og elvt til stóru sveiggini í orkuprísum. Hægri orkuprísir økja inflatiónstrýstið og harvið eisini sannlíkindini fyri, at miðbankar hækka renturnar.

Bæði evropeiski miðbankin, ECB, og amerikanski miðbankin, Fed, hava hækkað leiðandi renturnar í ár. ECB hevur hækkað renturnar í juni og september við 0,25 prosentstigum, tvs. við 0,50 prosentstigum tilsamans, meðan Fed fyri kortum hækkaði rentuna á fyrsta sinni í ár, somuleiðis við 0,25 prosentstigum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #