Ein iranskur politikari sigur, at tíðindini hjá Axios um, at USA og Iran eru nærri eini avtalu um at enda kríggið, er í løtuni bara "ynskilistin hjá amerikanarum."
– Amerikanarar fara ikki at náa gjøgnum eitt miseydnað kríggj tað, sum teir ikki megnaðu at náa í beinleiðis samráðingum, skrivar Ebrahim Rezaei á X.
Trump skrivaði fyrr í dag á sínum Truth Social at USA fór at bumba Iran um Iran ikki tekur undir við eini avtalu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



