Donald Trump, forseti í USA, hóttir Iran við einum umfatandi rakettálopi, um nakað hald er í ísraelska uppáhaldinum um, at iranska stjórnin roynir at drepa hann.
Trump sigur, at 1.000 rakettir longu peika ímóti Iran, og at amerikanski herurin er til reiðar at oyðileggja týðandi mál í landinum.
Amerikanskir miðlar skriva, at Israel hevur latið USA fregnartænastuupplýsingar um møguligar iranskar ætlanir um eitt drápsálop. Samstundis skuldseta USA og Iran hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina, meðan óvissan um nýggjar friðarsamráðingar stendur við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



