

Ísraelska stjórnin hevur nú góðkent vápnahvíldaravtaluna, sum varð undirskrivað í Egyptalandi hósmorgunin millum Ísrael og Hamas.
Eftir at vápnahvíldin er komin í gildi, hevur Hamas fingið 72 tímar til at leyslata teir 20 gíslarnar, sum framvegis eru á lívi í Gasa, upplýsir ísraelska stjórnin.
Avtalan um vápnahvíld verður mett sum eitt stórt diplomatiskt frambrot hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum hevur sagt seg hava uppiborið friðarheiðursløn Nobels.
Sambært ísraelsku forsetaskrivstovuni kemur amerikanski forsetin til Jerusalem sunnudagin.
Tíðindastovurnar Associated Press og Reuters siga seg vita at USA fer at senda 200 hermenn til Ísrael sum stuðul og at hjálpa so vápnahvíldaravtalan verður hildin í Gasa.
WATCH: Remarks by Prime Minister Benjamin Netanyahu at the government meeting for the approval of the hostages release framework, together with President Trump's Special Envoy to the Middle East, @SteveWitkoff, and with the President's son-in-law, @JaredKushner. pic.twitter.com/zMALibPcEY
— Prime Minister of Israel (@IsraeliPM) October 9, 2025
The government has just now approved the framework for the release of all of the hostages – the living and the deceased.
— Prime Minister of Israel (@IsraeliPM) October 9, 2025
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo