F.S.F: Leygardagin, áðrenn Eiler Rasmussen floytaði dystin í MeistaraDeildini hjá monnum millum HB og B36 í gongd, varð Jens Midjord heiðraður fyri trúfesti, álit og trúgva og drúgva tænastu, føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama.
Tað byrjaði longu í 1975, tá Jens Midjord fyrst tók dómaraprógv, og síðani fór undir at døma dystir í føroysku kappingini.
Men hóast Jens var virkin sum dómari og hjálpardómari í nógv ár, so er tað sum dómaraeygleiðari, ið vit kenna hann best.
Fyrsti dystur sum eygleiðari var í 1998, og næstu 25 árini, til 2023 eygleiddi Jens Midjord omanfyri 400 dystir í fremstu deildini.
Fótbóltssamband Føroya vil við hesum takka Jens Midjord fyri trúfesti, álit og trúgva og drúgva tænastu, føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



