Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Mánakvøldið fór kvinnulandsliðið undir fyrireikingarnar til Baltic Cup, sum er á skránni seinni í mánaðinum.

Men áðrenn venjarin, Pætur Smith Clementsen av álvara setti venjingina í gongd, bleiv Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir úr Víkingi heiðrað sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í oktobur mánaði.

Hinar báðar, ið eisini vóru tilnevndar hesaferð og við í atkvøðugreiðsluni á sona appini, vóru Birita Ryan úr KÍ, og Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur.

Tað var pápi Jensu, Tórolvur Jacobsen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv frá Føroya Tele, og ein serstakan minnislut, ið er latin av FSF.

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildini, Atlantic Airways, Bygma Balslev og Føroya Tele.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #