

At hvíla í trúnni veitir frið og gleði. At hvíla í trúgv inni við Guðs elskandi faðirhjarta minnir um barnið, ið liggur friðsælt í ørmunum á mammuni. Eingin ótti og lívsins dýra undur!
Trúgvin er vónarinnar løkur. Tann, ið sløkkir tostan úr kelduni við livandi vatni, fær orku at ganga vegin. Tann náðiríki løkurin er Jesus. Hann er undurfullur, ein hollur ráðgevi og ein dýrabarur frelsari.
“Harri, ikki er hástórt hjarta mítt, og ikki eru stolt eygu míni, ikki eg gangi við stórum tonkum, ið eru fyri meg ov høgir. Nei, eg sál mína havi fingið at vera stilla og kvirra, eins og avvant barn hjá móður síni, eins og avvant barn er sál mín hjá mær.”
Lív teirra kristnu er ikki altíð silvitnissigling. Tó er friður innaborða. Vit hava upplivað og vitna, at hetta er sannleikin. Vit hava nomið friðin, verða borin av friðinum og kenna lívið í Jesusi.
Skaldið Gunhild Waag (1900-1982) fann friðin, ið hon leitaði eftir, tá ið hon sá tann krossfesta Jesus soymdan til krossin á Golgata. Henni longdist eftir betri døgum. Brádliga kom trúgvin, eins og tá ið sólin kemur fram eftir mjørka og myrkur.
“Tá sá eg tann krossfesta Jesus, // hann hekk har og bløddi for meg, // og tað var, sum ein rødd við meg segði: // “Alt hetta er gjørt for teg.” // Mítt hjarta tá fyltist við gleði, // tú syndir mínar burt tók. // Mítt navn, ja mítt navn tað er skrivað, // ja, skrivað í lívsins bók.”
Gleðin, sum er ein fylgja av trúnni, er rein og dýrabar. Hon veitir frið í sál og sinni. Gleðin í Jesusi er størri enn allur bági, sorg og pína. Vit fáa styrki at ganga strekkið, ið okkum er ætlað.
“Hjá Jesusi fann eg tann friðin, // sum halda kann í lívsins stríð. // Hjá Jesusi, eina hjá honum // ein mannasál verða kann frí. // Hjá Jesusi fann eg ta gleði, // ið heldur á lívsins leið, // um sorgir og trongdir meg níva, // í hansara fótspor eg steig.”
Hesa somu sannroynd gjørdi hin gamli biskupurin í Ribe, Peter Gabriel Koch (1858-1922). Stór sorg rakti heimið, tá biskupurin misti sín einasta son. Sonurin las gudfrøði, og pápin hevði glett seg til tænastu hansara sum prestur.
Tá pápin stóð við kistuna, kíndi hann soninum um andlitið. “Hendan heilsanin er frá móður tíni!”, – segði biskupurin. Síðani legði hann hendurnar saman og bað: “Kæri Guð! Nú takki eg tær fyri sonin, at tú hevur tikið hann heim til tín.”
Í einum brævi til dóttrina og versonin skrivar biskupurin: “Vit hava tey seinastu árini biðið Guð um, at hann mátti hjálpa soninum við lestrinum, so hann kundi náa málið. Vit hugsaðu um próvtøkur og kallið sum prestur.
Men Guð hugsaði øðrvísi. Sannførd halda vit, at tað var betur. Hetta minnir meg á, hvat faðir mín einaferð segði, at okkara bønir til Guðs mega ganga ígjøgnum Jesus, so hann kundi strikað nakað út og seta annað inn í bønirnar, til tess at tær skuldu verða, so sum tær áttu.”
Alt lív teirra kristnu eigur at ganga ígjøgnum Jesus, verða halgað og myndað av honum.
At trúgva er at hava kastað akker. Tað er sum við skipunum. Skal akkerið verða til nyttuna, er neyðugt at kasta tað í havið. Verður akkerið liggjandi á dekkinum, rekur skipið fyri vág og vind. Tá akkerið fær halddyggan botn, og skipið hongur í góðari ketu, tá er trygt innanborða.
Á sama hátt er tað við trúnni. Um trúgvin skal veita frið í sál og sinni og fylla hjartað við gleði, so er neyðugt, at hon lítur á Jesus og verður borin av honum. Jesus er trúarinnar innihald, trúarinnar akkerspláss og ketan, ið bjargar hinum einstaka, so vit ikki reka av leið og farast.
Eg má hava Jesus við mær. Eg megni ikki lívið einsamallur. Hann er mín friður og gleði. Hann er grundarlagið undir tilveruni. Hann hevur goldið mína synd.
Jesus er mær ómissiligur, eg má ikki missa hann úr eygsjón, og hond hansara má ikki sleppa mær. Jesus heldur mær á rættari leið, og hann varðveitir meg.
Tann gamli biskupurin í Ribe hevði biðið bønina aftur og aftur. Dýrabart at kunna bera okkara kæru og hvønn annan fram fyri Guðs ásjón.
Tá støðutakanin til Jesus liggur hjá menniskjum, so verður trúgvin mangan ein reiggjandi og sveiggjandi brúgv. Tá vissa og lýdni fylgjast og treytað hvørt annað, so er eyðsýnt, at trúgvin ikki altíð er sannførd.
Jesus er trúarinnar brúgv, ið gongur frá jørðini inn í Guðs æviga himmal. Tá Jesus er brúgvin til himmals, so vita vit við vissu, at hon heldur. Amen.
Orðið: “... eins og avvant barn er sál mín hjá mær.” (Sálmur 131,2).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo