Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Tiltøk

Barnabati: Sunnukvøldið 22. novembur klokkan 19 verður jóla- og stuðulskonsertina hjá Barnabata, Í menniskjum góður tokki, í Kringvarpinum.

Vit fara at hoyra jólaløg frá tíggju ymiskum tónleikarum -  m.a. eitt stórt barnakór, ið  framførir við sangi og teknmáli.

Millum tónleikaframførslurnar verða samrøður við umboðum úr ymiskum felagsskapum, sum hugleiða um týdningin av at hoyra til og at vera partur av einum felagsskapi.

Vit hitta somuleiðis børn og ung, sum íðka judo, og børn, sum eru við til at savna inn til Í menniskjum góður tokki. Tey seta orð á, hvat tað merkir at sleppa at vera við, kenna seg sum ein part av felagsskapinum og hava javnbjóðis møguleikar.

Við konsertini varpar Barnabati ljós á týdningin av felagsskapi og á, at øll børn og ung hava tørv á at hoyra til og kenna seg sædd og vera partur av einum góðum og tryggum felagsskapi.

Fylg við og ver við til at gera jólini eitt sindur lættari hjá børnum og ungum, sum vaksa upp í fíggjarliga sperdum familjum í Føroyum. Við konsertini savnar Barnabati inn til jólahjálp -  og øll kunnu vera við til at gera ein mun.

Tey, ið framføra eru, 4.b í skúlanum við Løkin, Maiken og Simona, Lyon, Jóhanna Iversen, Djúpmessing kvintettin úr Tórshavnar Musikkskúla, Dupultkvartettin í Ebenezer, Sophilia, Guðrun og Bartal, Frum, og Terji Rasmussen.

Gestir til samrøðurnar vera Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, Jóannes Eidesgaard formaður í Reyða Krossi Føroya, Katrin á Neystabø ítróttaráðgevi, Rasmus í Dali Kruse, námsfrøðingur, og Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #