Ein lesandi hevur fingið staðfest noktandi svar frá Studna um lestrarstuðul til útbúgving uttan fyri Føroyar.
Orsøkin er, at viðkomandi ikki hevur havt skrásettan bústað í Føroyum nóg leingi undan lestrarbyrjan. Sambært lógini skal umsøkjarin annaðhvørt hava búð í Føroyum tvey av teimum seinastu trimum árunum ella í minst helvtina av lívinum.
Í kæruni varð ført fram, at viðkomandi samanlagt hevði verið nógv í Føroyum – umleið 10 ár – millum annað á vitjan hjá ommu, abba og øðrum familjulimum.
Føroya Kærustovnur staðfestir tó avgerðina hjá Studna. Kærustovnurin tulkar orðini „hevur búð í Føroyum“ soleiðis, at talan skal vera um skrásettan bústað í Landsfólkayvirlitinum. Vanlig uppihald og familjuvitjanir eru sostatt ikki nóg mikið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



