Føroyingar hava roynt seg við kalvaaling, men góvust aftur. Í Noregi eru framvegis fyritøkur, sum royna at fáa tað at bera til, men nú er tómt í kassanum, og tí fer norska felagið Nordic Halibut út á marknaðin at royna at selja nýggj partabrøv fyri tilsamans 200 milliónir norskar krónur.
Av upphæddini eru 130 milliónir longu tryggjaðar við frammanundan teknaðum partabrøvum og veðhaldum, upplýsir felagið sambært iLaks.
Tekningarkursurin er 25 krónur, knøpp 12 prosent undir børskursinum mikudagin. Peningurin skal millum annað fíggja íløgur á alistøðini í Torjulsvågen. Tekningin endar í dag.
Nordic Halibut tók 276 tons av kalva í ársfjórðinginum. Miðalvektin var 5,1 kilo, og miðal søluprísurin var 171 norskar krónur fyri kilo. Inntøkurnar vóru 39 milliónir krónur.
Felagið hevur lækkað væntaðu tøkumongdina í ár úr 1.500 niður í 1.200 tons. Kortini eru vakstrarætlanirnar stórar: Nordic Halibut væntar at taka 3.500 tons longu næsta ár og 10.400 tons í 2031.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



