Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Onnur tíðindi

Vestmanna.fo: Trý tilboð komu inn upp á arbeiðið, sum var mett at kosta beint oman fyri 60 milliónir krónur. Tilboðini vóru upp á 93-, 75- og 64 milliónir krónur. J&K Petersen, Articon og Kanjon buðu upp á arbeiðið.

Tað var byggifyritøkan Kanjon, sum átti lægsta tilboðið, og kommunan og ráðgevar hennara valdu at fara í samráðingar við Kanjon.

Samráðingarnar hava gingið væl, og nú er sáttmálin millum partarnar undirskrivaður.

Talan er um eina umfatandi umvæling og umbygging. Innandura skal mestsum alt takast niður heilt inn á berandi bygnaðin. Tískil verður skúlin at kalla nýggjur, tá arbeiðið er liðugt, og næmingarnir og starvsfólkini fáa nútímans karmar at virka í.

Byggiarbeiðið er mett at taka tvey ár, og eftir ætlan verður umbygdi skúlin tikin í nýtslu í august 2028.

Skúlin er umleið 3.000 fermetrar til støddar. Eldri parturin av skúlanum er frá 1951, og hin er frá 1967. Umvælingin og umbyggingin umfatar báðar partar av skúlanum.

Í skúlanum eru grunddeild og miðdeild, serflokkar, aula, lærarastova, fimleikahøll, svimjihylur og hølir til kreativu lærugreinarnar.

Hádeildin heldur til í nýggja skúla frá 1986, sum er í sama bygningi sum ítróttahøllin.

Í Vestmanna skúla ganga tilsamans einir 180 næmingar. Í byggitíðarskeiðnum fer virksemið skúlans at halda til í nýggja skúla, kommunalum bygningum og í bingjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #