- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður 
Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum 
Evni: Kappingarstøðan hjá Føroya Tele

Spurningar:   
1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er kappingarfremjandi fyri samskiftismarknaðin, at Føroya Tele kappast á samskiftisøkinum, samstundis sum felagið er einkarveitari av netkervinum?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at fáa neyðugu lógarheimildina til vegar til at fremja eina ognarliga sundurskiljing av felagnum, soleiðis at P/F NET og P/F Samskifti ikki verða undir sama samtaki?

Viðmerkingar: 
Í 2021 heitti landsstýrið á nevndirnar í Føroya Tele og NET um at gera eina óhefta frágreiðing um, hvussu ein bygnaðarlig sundurskiljing av felagnum kundi tryggja størri gjøgnumskygni, umframt frælsari og javnari kapping.

FT og NET bóðu Copenhagen Economics um at gera greiningina, og í 2022 fekk Føroya Tele frágreiðingina.

Niðurstøðan í frágreiðingini var, at ein bygnaðarlig sundurskiljing hevði tryggjað fult gjøgnumskygni millum smásøluoperatørarnar viðvíkjandi treytunum fyri atkomu til undirstøðukervið, og at ein bygnaðarlig sundurskiljing hevði givið eina fría og javna smásølukapping.

Undanfarna landsstýri arbeiddi við hesum málinum, men kom ikki á mál, vegna vantandi undirtøku. Fyri at vita hvat landsstýrið ætlar hesum viðvíkjandi, verða hesir spurningar settir. 

Á Løgtingi, 5. oktober 2026 
Bjarni Kárason Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #