KJ: KJ hevur handað Cooke Aquaculture nýggju tvíkiljuna Cooke Challenger. Tvíkiljan er 18 metrar long og 9 metrar breið og er bygd og útgjørd til fjølbroyttar og krevjandi arbeiðsuppgávur innan alivinnuna.
Cooke Challenger er útgjørd við tveimum FPT C16 høvuðsmotorum, sum hvør veitir 750 hk, umframt tveimum 115 kVA generatorum. Síðuskrúvur eru bæði framman og aftan, sum geva tvíkiljuni góða stýrieginleikar og gera tað møguligt at arbeiða neyvt undir krevjandi umstøðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



