Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Atlantic Airways: Nú er klárt at taka ímóti umsóknum til Listaflog 2026.

Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, ið á hvørjum ári letur 125.000 kr í stuðli til eitt ella fleiri listafólk/verkætlanir. Stuðulin er ætlaður listafólki, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða burturav ella partvís sum yrkislistafólk.

Ein trímannað úrvalsnevnd ger av, hvør ella hvørji fáa stuðulin. Nevndin í ár er mannað við Jóhan Martini Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Lív Patursson, umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið og Esther Dahl, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways.

Í fjør vóru tað Kim Simonsen og Dansivirkið RIVA, ið fingu Listaflogstuðulin.

Upprunaliga hugskotið til stuðulin spretti, tá ið Atlantic Airways í 2016 gav flotanum nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum.

Evsta mark at senda umsókn inn er sunnukvøldið 15. mars á miðnátt. Til ber at lesa meira her: bit.ly/listaflog_AA 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #