Landsstýrið vil víðka møguleikarnar hjá kommunum at seta vakmyndatól upp. Eitt lógaruppskot er sent til hoyringar við freist 26. november.
Sambært viðmerkingunum til uppskotið kunnu kommunur í dag hava avmarkaða yvirvøku av eitt nú inngongdum, bygningum og ognum fyri at fyribyrgja stuldri og herverki. Treytin er millum annað, at linari tiltøk ikki eru nóg mikið.
Men tær hava sum er ikki heimild at yvirvaka almenn ferðsluøki við tí endamáli at økja um almennu trygdina.
Hetta skal broytast. Við uppskotinum kann kommunustýrið í samráð við politiið og eftir tilmæli frá politinum seta vakmyndatól upp á serliga útsettum gøtum, vegum og plássum. Tilmælið skal galda í tvey ár.
Eisini verða serligar reglur ásettar um upptøkurnar. Tær kunnu latast politinum sambært rættarúrskurði, og onnur enn politiið kunnu bert viðgera tær, um tað er neyðugt í sambandi við ítøkilig revsimál.
Galdandi lóg loyvir annars, at upptøkur, gjørdar fyri at fyribyrgja lógarbrotum, verða latnar politinum til at kanna og avdúka brotsverk, uttan at rættarúrskurður er nevndur sum treyt.
Uppskotið ásetir, at kommunalu upptøkurnar skulu strikast í seinasta lagi tá tær eru 30 dagar. Galdandi lóg hevur eisini eina 30 daga meginreglu, men loyvir longri goymslu í sambandi við ítøkiligar ósemjur.
Kommunan verður dátuábyrgdari. Krøvini um at skelta við yvirvøkuni og fráboða vakmyndatól til Dátueftirlitið galda framvegis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



