Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Lesarin skrivar

I dag havi eg (enn einaferð) meldað málið um kommunuvalið í Runavíkar kommunu 2024 til Løgregluna.

Tað melda er fyri er, viðgerð og manglandi viðgerð í samband við kæru um kommunuvalið í 2024.

Orsøkin til at tað er melda nú, er, at eg fekk at vita frá onkrum, at best var at bíða, tí tað kundi forstýra málið um valsvik, har ákæruvaldið nú fer í rættin við tí málinum.

Áðrenn jól, var keðiligt. Beint áðrenn val er ivaleyst eisini keðiligt. Men nógv vita at hetta fór at koma. Men detaljur bíða vit við, til aftaná val.

Tað sum melda fyri er í trimum pørtum.

Fyrsta part leypa vit um.

Annar partur er, at Runavíkar kommuna, íroknað fleiri kommunustýrislimir, eins og partar av umsitingini eru meldað fyri, í minsta lagið av grovum ósketni, onki at gera, íroknað at lata verða við at brúka fordømir, og tí sleppa undan, við støði í trimum fordømum, at taka støðu til umval.

Ei heldur hava tey viðgjørt ummæli, sum valnevndin, sambært lóg skuldi gera. Tað ummæli hevur fleiri týðandi feilir, sum kommunan hevði sæð, um tey eftirkannaðu. Tað merkir ikki at valnevndin gjørdi nakað skeivt. Valnevndin hevði ikki nógvar upplýsingar og nakrar vóru skeivir. 

Somuleiðis vóru tøkar upplýsingar í tilfarinum, sum kommunustýrið ikki fekk atgongd til.

Úrslitið av fínteljingini viðførdi, at borgarstjóri og fleiri fíggjarnevndarlimir endaðu í samgongu, í staðin fyri í andstøðu. Sostatt er eisini motiv.

Eisini Løgmálaráðið er melda fyri, við grovum ósketni, at lata verða við at viðgera málið. Sjálvt ikki áheitan frá LUM fekk tey at viðgera málið. Ei heldur hava tey viðgjørt fordømir.

Løgmálaráðið hevur eisini gloymt at fortelja, at valið í 2020 ongantíð er góðkent. Tá valið ikki er góðkent, so átti nýggja býráðið ikki at tikið sæti, men gamla býráðið átti at halda áfram til avgerð var tikin í málinum.

Í, minnist meg rætt, oktober fortaldi landsstýrismaðurin, uttan at hugsa um tað, at valið ongantíð var góðkent.

"Nýggi" fyribils-aðalstjórin langaði til beinanvegin og nærlesa vit tað skrivið, so staðfesti "nýggi aðalstjórin" feilirnar hjá Løgmálaráðnum.

Av tí at Løgreglan hevur staðfest, at valsvik er framt, so er málið sjálvandi álvarsamt.

Løgtingslimir og Løgmaður eru IKKI meldaðir fyri at verða dovnir og lata standa til. Fjóðra statsvaldið er ei heldur melda, fyri at gloyma at leita eftir sannleikanum.

Sjálvt grundarlagið undir demokratiska samfelagnum er sett til síðis av einum kommunustýri og Løgmálaráðnum.

Tað er ikki ein spurningur um at onkur hevur gjørt ein feil.

Tað er ikki ein spurningur um hvør hevur sett 2 krossar á ein valseðil.

Tað er ikki ein spurningur um tað skal verða umval ella ikki.

Fleiri hava nokta at gera sína skyldu, sum er at útvega tilfar, fyri at gera sakliga niðurstøðu.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #