Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Innlendis ítróttur

FSF: Til seinastu U11-kappingarnar hjá gentum og dreingjum fingu feløgini møguleika at luttaka í eini royndarverkætlan, sum skuldi kanna, hvussu felags koyring til dystir og kappingar ávirkar upplivingina hjá børnum og foreldrum.

– Sjey feløg ynsktu at vera við í royndarverkætlanini, og gleða vit okkum at fáa nærri innlit í hesa upplivingina, sigur Fríða Næs, samskipari, ið samstundis leggur afturat, at endamálið er als ikki at útihýsa foreldraáskoðarunum.

– Tey eru vælkomin at luttaka á dystardøgunum. Endamálið er harafturímóti at kanna, um tað hevur jaliga ávirkan á trivnaðin hjá børnunum, at leikdagurin byrjar í bilinum.

Eftir heystfrítíðina verður skipað fyri verkstovu, har høvuðsvenjarar og venjarar hjá U11 gentum og dreingjum verða boðin at umrøða, um undirtøka er fyri at fara undir eina skipaða tilgongd á hesum økinum.

Í filmsupptøkunum niðanfyri greiða umboð fyri AB og Skála frá góðu royndunum av, at teirra spælarar koyrdu saman til dystir og kappingar kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #