Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer
Merkisdagar

Hotel Hafnia hevur eitt heilt serligt tilboð við ódýrum hotellkømrum í dag. 

Og tað sæst uttanfyri gistingarhúsið í miðbýnum í Havn, har nógv fólk stóðu í bíðirøð.

Hotellið fyllir 75 ár, og tí verða 75 kømur seld fyri einans 75 krónur fyri hvønn.

VP spurdi móttøkuna á Hotel Hafnia, og hagani siga tey, at nøkur heilt fá kømur eru eftir í skrivandi løtu.

Tað er neyðugt at møta upp á staðnum ímillum klokkan 11 og 15.

Opið hús er eisini á hotellinum í dag í samband við føðingardagin, har mangt ymiskt er á skránni sum meir kann lesast um á heimasíðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #