Fyrrverandi innanríkistrygdarráðharrin, Kristi Noem, sum er 54 ára gomul, søkti um hjúnaskilnað 28. september í Hamlin County í Suðurdakota, skrivar People.
Hon og Bryon Noem, sum giftust í 1992, eiga trý vaksin børn saman. Tey hava eisini barnabørn.
Hjúnaskilnaðurin kemur mánaðir eftir, at hon fekk fótin frá amerikanska forsetanum, Donald Trump. Sum ráðharri var hon í fremstu røð í fleiri av týdningarmestu átøkunum hjá Trump-stjórnini, eitt nú við at burturvísa tilflytarum, skrivar norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



