Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen
Skúli

Nýggj kunngerð um útbúgving til kt-supportara er lýst, og hon ásetur, at lærlingar skulu duga at nýta vitlíki, eitt nú stór málmodell, sum amboð í arbeiðinum.

Teir skulu eisini kunna meta um virðið av automatisering, verja dátur og skipanir móti álopum og finna og rætta tøkniligar feilir.

Útbúgvingin tekur hálvttriðja ár og skiftir millum verkliga læru og 48 vikur í skúla.

Til sveinaroyndina leggur lærarin villur inn í eina kt-skipan, sum lærlingurin skal finna og rætta.

Kunngerðin kemur í gildi í dag og fevnir um lærlingar, sum byrja fyrsta ella annað skúlaskeið eftir 1. august 2026.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #