Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild
Tiltøk

Betesda: Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fara fólk, sum hava verið við Juvel II, at greiða frá arbeiðnum við trúboðanarskipinum, sum hvørt summar boðar evangeliið í Grønlandi.

—-

Tað var í 2008 at Óli Steinberg saman við øðrum tók stig til at keypa og umbyggja Juvel II, sum nú skjótt í 20 ár hevur verið karmur um trúboðanarvirki í Grønlandi, har skipið siglir til býir og bygdir við evangeliinum.

Manningin vitjar fólk, skipar fyri møtum, barna- og ungdómsarbeiði, og kunngerð evangeliið.

Umframt trúboðanarvirksemið í Grønlandi verður Juvel II eisini brúkt til evangelisering og missiónsferðir í Føroyum og á Atlantarhavsøkinum.

Skipið hevur heimstað í Klaksvík,  her tað liggur við bryggju, tá ið tað ikki er á ferð.

Skipið er upprunaliga eitt gamalt danskt vaktarskip (Agdlek Y386), smíðað í 1974, sum í 2008 varð keypt til hetta serliga endamálið.

—-

Hjartaliga vælkomin á møti í Betesda mikukvøldið kl. 20 at frætta meir um virksemið hjá Juvel II.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #