Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur broytt kunngerðina um veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2026.
Broytingin hevur við sær, at fiskifør, sum frysta veiðuna umborð, ikki longur skulu landa veiðuna av Føroyabanka, áðrenn tey fara til fiskiskap aðrastaðni.
Hinvegin verður krav sett um, at øll veiða av Føroyabanka, sum verður fryst umborð, skal stúgvast fyri seg og haldast atskild frá veiðu, sum er fiskað aðrastaðni.
Harumframt skal allur pakningur við fiskavøru av Føroyabanka merkjast við navni á fiskifari, fiskileið, fiskaslagi og veiðidagfesting.
Fiskifør, sum hava fiskað uttan fyri føroyskan sjógv, skulu framvegis landa hesa veiðuna, áðrenn tey kunnu fara til fiskiskap á Føroyabanka.
Brot á ásetingarnar kunnu revsast við sekt.
Nýggja kunngerðin varð lýst 16. oktober og kemur í gildi í dag, 17. oktober.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



