Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Onnur tíðindi

Mynd: Nudlavirkið

Mynd: Nudlavirkið

Mynd: Nudlavirkið

Týsdagin 29. september 2026 handaði Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, Landsfelag Pensjónista, ein kekk, áljóðandi 40.460 fø.kr.

Tað gjørdi stjórin vegna íslendska DAS-happadráttin, sum fyri lítlum ári síðani fór í samstarv við Landsfelagið um at fáa  pensjónistar og onnur bindiáhuga runt landið frá fyrst í februar í ár og til í summar at binda ella hekla puntar í støddini 15 x 15 cm. Puntarnir vóru latnir Landsfelag Pensjónista, sum síðani savnaði teir saman og lat teir víðari til Nudlarvirkið.

Fyri hvønn puntin varð lovað Landsfelagnum kr. 10, og var peningaupphæddin oyramerkt til okkurt felags átak, føroyskum pensjónistum at frama.

Myndin er tikin uttanfyri skrivstovuna hjá Landsfelag Pensjónista á Argjum, tá stjórin á Nudlavirkinun, Niels Uni Dam, handaði nevndini í Landsfelagnum kekkin.

Aftara rað frá vinstru: Alfred Olsen og Astrid Jacobsen. Fremst frá vinstru: Johild Joensen, Maria Osen, næstforkvinna, Gunnleyg Durhuus, skrivari, og Beate L. Samuelsen, forkvinna.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #