
Leygardagin verður møguleiki at heilsa upp á manslandsliðið á Torginum í SMS - Mynd: Hans Erik Danielsen

Leygardagin verður møguleiki at heilsa upp á manslandsliðið á Torginum í SMS - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Næstu dagarnar spælir A-landsliðið við monnum tveir HM-undankappingardystir á heimavølli. Hóskvøldið taka Føroyar ímóti Montenegro, og sunnudagin kemur Kekkia á vitjan.
Báðir dystirnir vera á Tórsvølli.
Í hesum sambandi verður møguleiki at hitta landsliðsspælararnar á Torginum í SMS leygardagin 11. oktobur frá klokkan 15:30 til 16:15.
Ókeypis plakatir av landsliðnum og autografkort vera at fáa, og spælararnir vera eisini tøkir til at skriva autografar og allarhelst verður eisini onkur sjálvsmynd tikin.
Síggjast á Torginum í SMS leygardagin klokkan hálvgum fýra.
Atgongumerki til landsdystirnar móti Montenegro og Kekkia fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo