Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Løgmaður
Evni: Ferðaútreiðslur hjá landsstýrinum
Spurningar:
1. Hvussu nógvar ferðaútreiðslur hevur hvørt einstakt aðalráð havt síðani 13. apríl 2026?
2. Hvussu nógvar dagar hevur hvørt einstakt landsstýrisfólk brúkt í útlondum í arbeiðsørindum síðani 13. apríl 2026?
3. Kann væntast, at gongdin verður tann sama komandi tíðina?
4. Kundu hesir pengar og hendan arbeiðsorkan ikki verið raðfest betur?
5. Heldur løgmaður, at tey landsstýrisfólk, sum primert varða av innlendismálum, røkja áhugamál føroyinga best við at verða í Føroyum ella við at ferðast í útlondum?
Viðmerkingar:
Undirritaði undrast á, at øll landsstýrisfólkini eru so nógv burturstødd í ørindum uttanlands.
Tað er til at skilja, at løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ferðast regluliga fyri at røkja okkara áhugamál í ríkisfelagsskapinum og mótvegis útlondum annars.
Tað er tó ringt at skilja, at tey landsstýrisfólk, sum primert varða av innlendismálum, brúka so nógva tíð í útlondum.
Undirritaði loyvir sær at ivast í, um pengarnir og arbeiðsorkan eru brúkt á skynsaman hátt, tá ið so nógv tíð verður brúkt í útlondum.
Á Løgtingi, 30. september 2026
Steffan Klein Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



