40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

- Eg eri sera keddur um eina hending hvar ein kvinna í samrøðu við KVF sigur seg hava bíða 11 mánaðir eftir at fáa skurðviðgerð at skifta eina mjødn. Eg fekk at vita fyri einari viku síðani í einum svari frá sjúkrahúsleiðsluni, at bíðitíðin at skifta mjødn er uml 3 mánaðir.

Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við ábyrgd av heilsuverkinum, í eini dagføring á facebook í morgun.

Hann sipar til eina søgu í Kringvarpinum, har tað kemur fram, at Eyðvør Gudmundsson hevur bíðað í næstan eitt ár eftir at fáa nýggja mjødn.

- Hettar er als ikki spurningur um pening, men hettar er slett ikki gott nokk, so nú skal eg hava eina frágreiðing og uppskot til loysn, skrivar landsstýrismaðurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo