Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-066/2026 frá Bjarna Kárasyni Petersen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Akseli V. Johannesen, um kappingarstøðuna hjá Føroya Tele.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er kappingarfremjandi fyri samskiftismarknaðin, at Føroya Tele kappast á samskiftisøkinum, samstundis sum felagið er einkarveitari av netkervinum?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at fáa neyðugu lógarheimildina til vegar til at fremja eina ognarliga sundurskiljing av felagnum, soleiðis at P/F NET og P/F Samskifti ikki verða undir sama samtaki?
Svar til spurning nr. 1 og nr. 2
Sum spyrjarin vísir á, so arbeiddi landsstýrið í undanfarna samgongutíðarskeiði við málinum um kappingarstøðuna á telemarknaðinum og skipanina av Føroya Tele.
Landsstýrið skipaði fyri temadegi í desember 2023. Viðkomandi eftirlitsstovnar, Nema og Føroya Tele fingu høvið hvør sær at siga sína hugsan um málið.
Løgmálaráðið metti, at ein sundurskiljing má verða framd við lóg. Arbeitt varð síðani við lógaruppskoti, og málið varð umrøtt politiskt nakrar ferðir. Landsstýrismaðurin fekk tó ikki undirtøku fyri málinum at skilja Føroya Tele sundur.
Nýggja landsstýrið, sum tók við í apríl 2026, hevur ikki viðgjørt spurningin um at skilja netið frá partinum við sølu o.ø.
Tinganes, 13. oktober 2026
Aksel V. Johannesen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



