"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið
Onnur tíðindi

Sinnisbati: Sinnisbati hevur sett Gunnvá Árnadóttir Djurhuus í starv sum leiðara fyri nýggju Ungdómsráðgevingina hjá felagnum.

Gunnvá er 39 ára gomul, úr Leirvík og útbúgvin sosialráðgevi. Hon hevur meira enn 10 ára royndir innan barna- og ungdómsøkið, sosialum arbeiði og tvørfakligum samstarvi.

Ungdómsráðgevingin hjá Sinnisbata er eitt nýtt fyribyrgjandi tilboð til øll ung í Føroyum. Endamálið er at skapa eitt trygt, ókeypis og lætt atkomuligt stað, har ung kunnu venda sær, tá teimum tørvar hjálp, ráðgeving ella onkran at tosa við. Tilboðið er ment við íblástri frá Headspace í Danmark og Íslandi.

Við sínum drúgvu royndum fer Gunnvá at hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum at menna og skapa eitt dygdargott tilboð til ung.

- Vit eru sera fegin um at kunna bjóða Gunnvá vælkomnari sum leiðara fyri nýggju Ungdómsráðgevingina. Við setanini tekur Sinnisbati enn eitt týðandi stig í arbeiðinum við at styrkja sálarheilsuna hjá børnum og ungum í Føroyum og menna fyribyrgjandi átøk, sum kunnu lofta ungum í mistrivnað. Vit gleða okkum til at kunna bjóða ungum í Føroyum eitt tilboð í nærmastu framtíð, sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.

Á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur skipar Sinnisbati fyri almennum tiltaki í auluni í Finsen við denti á sálarheilsu hjá ungum. Eftir tiltakið verður opið hús í nýggju hølunum hjá Ungdómsráðgevingini.

Á degnum verða navnið, samleikin og heimasíðan hjá ráðgevingini almannakunngjørd, og møguleiki verður at hitta nýggja leiðaran, Gunnvá Árnadóttir Djurhuus.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Meira kann lesast um tiltakið og skránna á www.sinnisbati.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #