

Í gjár komu boð um, at ein ungur maður var vilstur uppi við Reynsatind á Vágoynni.
Boðini komu stutt eftir klokkan 17 og fólk varð sent at leita. Tyrlan fór eisini á flog at vita, um hon fann mannin. Tað gjørdi hon, og kundi so siga fólki frá Vága Bjargingarfelag, hvar maðurin var, so tey fingu hjálpt honum oman aftur.
Tað tók áleið 1 tíma og 20 minuttir.
Onki verður sagt um, hvørt maðurin var føroyingur ella útlendingur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo