Vinnuhúsið: Hósdagin 8. oktober var aðalfundur í Ferðavinnufelagnum. Á aðalfundinum stóðu Henny á Líknargøtu, Andrias Sólsker og Jenny í Heiðunum fyri vali. Øll trý stillaðu uppaftur og vórðu afturvald.
Tiltakslimurin stendur fyri vali á hvørjum ári. Undan aðalfundinum boðaði Tróndur Kollsker frá, at hann ikki ynskti at stilla uppaftur. Leivur Samuelsen varð valdur sum nýggjur tiltakslimur.
Á fyrsta nevndarfundinum eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Andriasi Sólsker sum formanni og Henny á Líknargøtu sum næstforkvinnu.
Nevndin í Ferðavinnufelagnum er nú henda:
-
Andrias Sólsker, formaður
-
Henny á Líknargøtu, næstforkvinna
-
Sakaris Frederiksen, nevndarlimur
-
Jenny í Heiðunum, nevndarlimur
-
Halda Juul Olsen, nevndarlimur
-
Leivur Samuelsen, tiltakslimur
Stutt um Ferðavinnufelagið
Høvuðsendamálið hjá Ferðavinnufelagnum er at savna ferðavinnufyritøkur um felags áhugamál og skapa karmar fyri, at ferðavinnan kann vera ein týðandi táttur í føroyska búskapinum.
Ferðavinnufelagið fevnir breitt um alla ferðavinnuna, røkir áhugamál limanna og er felags málgagn mótvegis myndugleikunum. Felagið skipar eisini regluliga fyri skeiðum og tiltøkum, sum styrkja førleikar og samstarv í vinnuni.
Les ársfrásøgnina her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



